Trump ætlar at leggja toll á allar vørur úr Meksiko og Kanada

Trump ætlar at leggja toll á allar vørur úr Meksiko og Kanada
Endamálið er at steðga innflutninginum av fentanyl, sum er nógv sterkari enn morfin, úr Meksiko til USA
Donald Trump tekur við forsetaembætinum í USA 20. januar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.11.2024 - 08:40

Eitt tað fyrsta, sum Donald Trump fer at gera, eftir at hann í januar hevur tikið við embætinum sum amerikanskur forseti, er at seta 25 prosent toll á allar vørur úr Meksiko og Kanada.

Tað skrivar Donald Trump sjálvur á sosiala miðlinum Truth Social.

Endamálið er fyrst og fremst at steðga innflutninginum av fentanyl - eitt evni, sum er millum 75 og 100 ferðir so sterkt sum morfin - og sum í stórum mongdum kemur til USA úr Meksiko.

Tað er einki nýtt í, at Donald Trump ætlar at hækka tollin á innfluttar vørur úr grannalondunum.

 

Noyðist at svara aftur

Í farna mánaði segði meksikanski fíggjarmálaráðharrin Marcelo Ebrard í meksikanskum útvarpi, at um onkur áleggur sær 25 prosent í tolli, noyðist hann eisini at svara aftur við tolli.

Undir valstríðnum segði Donald Trump eisini, at hann møguliga fór at leggja upp í 60 prosent toll á kinesiskar vørur.

Mánakvøldið ávaraði ein talsmaður hjá kinesisku sendistovuni í Washington Trump um ikki at byrja eitt handilskríggj.

"Kina heldur, at kinesiskt-amerikanskt samstarv um búskap og handil tænir báðum pørtum. Eingin fer at vinna eitt handilskríggj ella eitt tollkríggj," verður sagt av sendistovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939