- Tíðindi, mentan og ítróttur
Millummaður fekk hálvt annað ára fongsul
Millummaður fekk hálvt annað ára fongsul
Maðurin tók við dóminum
20.08.2021 - 14:46
Føroya Rættur hevur dømt ein føroyskan millummann í rúsevnaumhvørvinum hálvt annað ára fongsulsrevsing. Maðurin tók við dóminum.
Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í níggju mánaðir.
Hann varð upprunaliga ákærdur fyri 33 ymisk brot á revsilógina.
Ákæruvaldið kravdi trý ár
Ákærumyndugleikin kravdi trý ára fongsulsrevsing, meðan verjin helt eitt árs revsing ella í mesta lagi hálvt annað ár vera nóg mikið.
Tað er ikki greitt, um ákæruvaldið fer at kæra dómin.
Maðurin hevði samband við málið, har ein annar maður var farin undir at framleiða amfetamin í stórum nøgdum í einari bygd í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV