Ericsson skal byggja 5G-netið hjá Føroya Tele

Ericsson skal byggja 5G-netið hjá Føroya Tele
Tað verður Ericsson, og ikki Huawei, sum skal byggja 5G-netið hjá Føroya Tele
Nú er greitt, at Ericsson skal byggja 5G-netið hjá Føroya Tele.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2021 - 16:05

Nú er greitt, at svenska altjóða fyritøkan, Ericsson, skal byggja 5G-netið hjá Føroya Tele.

Tað upplýsti Bjarna Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele, á tíðindafundi í høvuðssætinum í dag.

Ætlanin var annars, at kinesiska fyritøkan Huawei, sum hevur bygt 4G-netið hjá bæði Føroya Tele og Nema, eisini skuldi byggja 5G-netið.

Men Huawei verður lagt undir at njósnast fyri kinesisku myndugleikarnar, og tað hevur longu fingið fleiri lond at vraka Huawei sum veitara.

Sí tíðindaskriv frá Føroya Tele her

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele.

Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.

Niclas Backlund, Ericsson Norðurlond

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155