Eingin støða tikin til Magn

Eingin støða tikin til Magn
Skeljungur hevur ikki gjørt av at selja Magn, men vildi skatta dýpið fyrst
Skeljungur bað um óbindandi tilboð upp á Magn, og nøkur vóru komin, tá freistin at bjóða var úti 9.juni.
 
19.08.2021 - 09:22

Nú samráðingar hava verið við áhugaðar keyparar í tveir mánaðir, er einki frætt um, at íslendska oljufelagið Skeljungur fer at selja føroyska felagið hjá sær, Magn.

Skeljungur bað um óbindandi tilboð upp á Magn. Nøkur vóru komin, tá freistin at bjóða var úti 9.juni.

Tilboðini vórðu kannað, og síðani byrjaðu samráðingar við nakrar tilboðsgevarar.

Einki er frætt síðani um tær samráðingarnar.

Skeljungur hevur ikki gjørt av at selja Magn, men vildi skatta dýpið fyrst.

Ein partaeigarafundur hjá Skeljungi ger av, um Magn skal seljast.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109