- Tíðindi, mentan og ítróttur
765 børn hava fyrsta skúladag
Næmingarnir í fólkaskúlanum fara aftur í skúla í dag, og 765 børn hava fyrsta skúladag.
Av teimum 765 børnunum, sum eru innskrivað at byrja í 1. flokki, fara 725 at ganga í einum kommunalan fólkaskúla, og 40 byrja í frískúla.
Tann skúlin, sum tekur flestar næmingar inn í 1. flokk, er Skúlin á Fløtum í Havn. Har eru 92 børn innskrivað at byrja í 1. flokki.
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík tekur 74 børn í fyrsta flokk í ár, og Skúlin á Argjahamri, Santa Frans skúli í Havn og Runavíkar skúli taka ávikavist 50, 48 og 47 næmingar inn.
40 í frískúla
40 skulu byrja í einum av teimum trimum frískúlunum í landinum.
17 børn eru meldað til frískúlan Kelduna í Skálafirði og eisini 17 til Lítlaskúla í Havn. Undirtøkan er nakað minni í triðja frískúlanum, Frískúlanum í Tórshavn, sum heldur til á Velbastað. Har byrja seks næmingar í 1. flokki.