Sjey fólk deyð á flogvøllinum í Kabul

Sjey fólk deyð á flogvøllinum í Kabul
Eitt farmaflogfar, sum er bygt til 134 fólk, tók 640 afgansk flóttafólk við úr Afganistan til Qatar.
Fólk krøkja seg í flogfør, sum fara úr Kabul. Í minsta lagi sjey fólk eru deyð.
 
17.08.2021 - 08:53

Í minsta lagi sjey fólk hava latið lív á flogvøllinum í Kabul í Afganistan, har afganar í hópatali eru flýddir í einari vón um at sleppa úr landinum.

Amerikanskir hernaðarembætismenn vátta fyri tíðindastovuni AP, at ruðuleikin í gjár hevði við sær, at sjey fólk lótu lív. Fleiri teirra doyðu, tá tey duttu undan hjólunum á einum amerikanskum hernaðarflogari, tá tað fór á flog.

Tey høvdu roynt at fest seg til lendingarhjólini í eini vón um at sleppa úr Afganistan, nú Taliban hevur tikið valdið á landinum.

Trýstið er so mikið stórt, at sunnukvøldið tók eitt amerikanskt hernaðarflogfar um 640 afgansk flóttafólk við úr Afganistan til Qatar.

Tustu inn í flogfarið

Flogfarið er bygt til at taka 134 fólk, og er annars eitt farmaflogfar. Flóttafólkini tustu inn gjøgnum farmalúkuna, sum stóð á gloppi. Flogskiparin hevði í fyrstu atløgu ikki hóming av, hvussu nógv fólk vóru lastini á flogfarinum, men metti talið til 800.

Tá flogskiparin boðaði loftferðslumyndugleikunum í Qatar frá hesum, vóru tey skelkað í hinum endanum.

Tað frættist eisini úr Kabul, at kvinnuligir vertir ikki longur eru at síggja á afgansku sjónvarpsrásunum, og at undirhaldstilfar er tikið av skránni. Ongi atfinngarsom tíðindi móti Taliban eru at finna í afganskum miðlum.

Mannarættindini avmarkað

ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at mannarættindini longu verða nógv avmarkað fleiri staðni í landinum.

António Guterres, ST-aðalskrivari, helt røðu í ST-trygdarráðnum í gjár.

- Eg eri serliga stúrin um fráboðanirnar um vaksandi tal av brotum ímóti mannarættindunum hjá afganskum kvinnum og gentum, sum óttast fyri, at farið verður aftur til teir myrkastu dagarnar, segði António Guterres, ST-aðalskrivari á fundi í ST-trygdarráðnum í gjárkvøldið. Fundurin varð innkallaður í skundi í sambandi við støðuna í Afganistan.

Taka ímóti flóttafólki

ST aðalskrivarin heitir á øll heimsins lond um at vera til reiðar at taka ímóti flóttafólki úr Afganistan, nú Taliban hevur tikið valdið í landinum. Eisini heitir hann á heimssamfelagið um ikki at útvísa afganar aftur til Afganistan.

- Afganar eru eitt stolt fólk við einum ríkum mentanararvi. Tey hava upplivað kríggj og truplar tíðir gjøgnum fleiri ættarlið. Tey hava uppiborið okkara fulla stuðul. Næstu dagarnir vera umskiftiligir. Heimurin hyggur. Vit mugu ikki svíkja fólkið í Afganistan, segði António Guterres millum annað á fundinum í ST-trygdarráðnum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151