- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri løntakarar, men vøksturin er steðgaður
Í juli vóru 27.800 løntakarar í Føroyum. Tað eru knappliga 500 fleiri enn sama mánað í fjør.
Hóast vøkstur í juli, vísir gongdin, at seinastu mánaðirnar hevur løntakaratalið staðið í stað, og vøksturin er steðgaður upp, sigur Hagstovan.
Í juli vóru 14.300 menn og 13.500 kvinnur løntakarar.
Vøksturin í talinum av mannligum løntakarum eru steðgaður upp, men fleiri kvinnur eru komnar á arbeiðsmarknaðin.
Afturgongd í privatum vinnum
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at ein lítil afturgongd er í løntakaratalinum í privatum tænastuvinnum. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini minkað, eftir at hava verið í støðugum vøkstri síðani 2014. Hinvegin hevur løntakaratalið í almennum tænastum verið støðugt vaksandi, og vøksturin hevur hildið fram seinasta árið.
Løntakaratalið í fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu sveiggjar meira enn í øðrum vinnugreinum, men tað er vaksið munandi seinastu árini, og ikki síðani 2008 hava so nógvir løntakarar verið í fiskivinnuni og tilfeingisvinnuni, sigur Hagstovan.
Korona ávirkar ymiskt
Misjavnt er, hvussu nógv korona hevur ávirkað arbeiðsmarknaðin í Norðurlondum.
Í Føroyum og Danmark eru nú eins nógvir ella fleiri løntakarar enn undan koronu. Í Føroyum og Íslandi minkaði løntakaratalið meiri lutfalsliga í apríl í fjør enn í Danmark og Noregi, men løntakaratalið í Føroyum kom lutfalsliga skjótt uppaftur á sama stig sum undan koronu.
Í Danmark hevur løntakaratalið tikið dik á seg aftur, og er nú á sama stigi, sum tað var undan koronu.
Í Íslandi og Noregi eru framvegis færri løntakarar enn tað vóru, áðrenn korona kom, men í Íslandi er løntakaratalið farið at vaksa aftur, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Meira fæst at vita um hagtølini her.