- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur bjargingarbátur til Eiðis
Nýggjur bjargingarbátur til Eiðis
Seinnapartin í dag verður móttøka fyri Vón
16.08.2021 - 09:08
Nýggi báturin hjá Eiðis bjargingarfelag er komin til Føroya, Hann eitur Vón, og í dag kl.17 verður móttøka á Eiði.
Fýra mans sigldu Vón til Føroya, skipari var Karl Eli Samuelsen.
Eiðis bjargingarfelag keypti Rescue Vón brúktan úr Noregi í 2012.
Bygdur í Írlandi
Nýggi Vón er bygdur í Írlandi, á Safehaven Marine. Vón er 19 bruttotons, góðar 14 metrar langur og góðar fýra metrar breiður.
Vón er sama slag sum Sverri í Vágum.
Safehaven Marine bygdi eisini hann. Tað var í 2013.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV