- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA góðkennir triðja prikið

Amerikanski heilivágsstovnurin, FDA, hevur góðkent, at fólk, sum ikki hava so nógv mótstøðuføri, kunnu verða koppsett fyri koronu einaferð aftrat.
Frammanundan hava fleiri onnur lond góðkent triðja prikið.
Í Týsklandi fyrireika tey seg til at koppseta einaferð aftrat, og í Ísrael fáa borgarar, sum eru eldri ennn 60 ár, tilboð um triðja prikið, til tess at steðga smittuni við Delta-frábrigdinum.
Granskarar eru ójavnir á máli, hvussu stóran mun triðja koppsetingin ger.
WHO mælir til at bíða
Og heimsheilustovnurin, WHO, hevur heitt á lond um at bíða við triðja prikinum, til í minsta lagi 10 prosent av fólkinum í landinum eru liðugt koppsett.
Stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, hevur sagt, at tað kann ikki góðtakast, at lond, sum longu hava brúkt meginpartin av sínum koppingarevni, brúka uppaftur meira, samstundis sum viðkvæmi parturin av fólkinum í heiminum ikki er vardur.
Ein talskvinna fyri Hvítu húsini sigur, at USA góðkennir ikki treytirnar, sum WHO vísir á.
- Tað ber til at geva fólki triðja prikið og samstundis koppseta allan heimin, sigur talskvinnan, Jen Psaki.