- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetin: Afganski herurin skal búgvast út av nýggjum

Afganski forsetin, Ashraf Ghani, sigur nú, at tað, sum hevur hægstu raðfesting, er at búgva vápnaðu deildirnar út av nýggjum.
Forsetin helt røðu í afganska sjónvarpinum, samstundis sum Taliban tekur seg fram, og nú hevur valdið á tveimum triðingum av landinum.
- Sum støðan er, hevur tað hægstu raðfesting at búgva trygdar- og verjudeildirnar út av nýggjum, sigur Ashraf Ghani.
Taliban nærkast høvuðsstaðnum Kabul í stórum. Fyrr í dag tók Taliban høvuðsbýin í landspartinum Logar, bara 70 kilometrar frá Kabul.
Leggur ikki frá sær
Forsetin kom ikki við ábending um, at hann ætlar at leggja frá sær.
Hinvegin sigur hann, at "viðtalur" eru, sum hann málber seg, sum kunnu hava við sær, at kríggið móti Taliban endar.
Tað er ógreitt, hvat hesir fundir snúgva seg um.
Tíðindi ganga eisini um, at Taliban hevur sett legur upp 50 kilometrar frá Kabul.
Tað hevur fingið fleiri lond at flyta ríkisborgarar og starvsfólk, sum hava starvast fyri londini, burtur.