Farmaleið má taka trýstið av Smyrli

Farmaleið má taka trýstið av Smyrli
Einasta loysnin fyri at lætta um trýstið á Suðuroyarleiðina er ein farmaleið, sum kann taka farm frá Smyrli, sigur Hilmar Eliasen, sum tó onga ítøkiliga loysn hevur á borðinum
 
07.08.2021 - 19:27

Einasta loysnin fyri at lætta um trýstið á Suðuroyarleiðina er at skipa eina farmaleið, sum kann lætta um hjá Smyrli.

Tað sigur stjórin á Strandferðsluni, nú Smyril oftari og oftari er ov lítil til tørvin.
 
Hóast flestu eru samd um, at okkurt má gerast við trupulleikan, so er enn eingin ítøkilig loysn á borðinum, ásannar Hilmar Eliasen
 
Í lesarabrævi ídag vísir Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, á stóra trupulleikan á Suðuroyarleiðini.
 
Hann minnir á ein fund í november í fjør, tá øll vinnan í Suðuroynni savnaði avvarðandi myndugleikar og politisku skipanina, og har tað staðiliga bleiv víst á áhaldandi og vaksandi trupulleikan við at fáa farm til og frá Suðuroynni. Partarnir samdust um, at ein varandi loysn skuldi finnast beinanvegin.
 
-Suðuroyggin skal hava eitt eyka skip inn at stuðla Smyrli beinanvegin. Alt annað er órættvíst fyri fastbúgvandi, vinnu og ferðafólk, skrivar løgtingsmaðurin í lesarabrævi ídag.
 
Strandferðslustjórin er samdur. Loysnin er at fáa eitt farmaskip á leiðina, sum kann taka trýstið av Smyrli.
 
-Enn er ov tíðliga at siga, hvat ein slík loysn vil kosta. Tað valdast, hvat fyri skip politiska skipanin ynskir, sigur Hilmar Eliasen, sum í næstum fer á fund við Fíggjarmálaráðið um málið.
 
Sambært Hilmari Eliasen kann Strandferðslan antin sjálv reka eina slíka farmaleið, ella gera tað í samstarvi við eina privata fyritøku. Og av tí at talan er um eitt farmaskip - og ikki eitt ferðafólkaskip - so er munandi skjótari og lættari at útvega eitt skip og fáa øll neyðug loyvi uppá pláss, so skjótt politiska skipanin játtar pengarnar:
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109