- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tók kommunu 13 ár at ognartaka 75 fermetrar til veg
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-07-03-10h22m56s494.png?itok=woKl6MPx)
Eitt mál um ognartøku, sum byrjaði fyri 13 árum síðani, er nú LOKSINS avgjørt í kærunevndini í lendismálum.
Kærunevndin gevur kommununi, sum IKKI er nevnd í úrskurðinum, viðhald.
Kommunan kann ognartaka 75 fermetrar til at breiðka ein veg.
Byrjaði í 2008
Málið byrjaði í 2008, tá kommunan ætlaði at keypa teir 75 fermetrarnar.
Kommunan royndi aftur í 2011 og í 2019.
Tá ikki bar til at keypa lendið, varð tað ognartikið í 2019.
Kærdu ognartøku
Ognartøkan varð kærd til kærunevndina í lendismálum, sum gav kommununi viðhald, tí ognartøkan var neyðug, rímilig og almannagagnlig neyðug. Hon lýkur tí treytirnar í býarskipanarlógini.
Kærunevndin tekur ikki støðu til endurgjaldið fyri ognartøkuna. Hon vísir tí spurninginum frá sær.
Endurgjaldið ásetir ein metingarnevnd, sigur kærunevndin.