- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland bjóðar fólki í vandabólkum triðja prikið
Týskland bjóðar fólki í vandabólkum triðja prikið
Í september fáa eldri fólk og tey, sum eru í vandabólki, í Týsklandi tilboð um at verða koppsett einaferð aftrat fyri koronu, fyri at niðurberja Delta

03.08.2021 - 16:19
Týskland tekur nú stigið til at geva fólki, sum eru í vandabólki, triðja prikið, upplýsir týska heilsumálaráðið.
Orsøkin er, at deltafrábrigdið kann hava við sær, at neyðugt verður aftur at seta strangari tiltøk í verk.
Samstundis er ætlanin at fara undir at koppseta 12-17 ára gomul í Týsklandi.
Higartil eru 52 prosent av týskarum liðugt koppsett.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV