Áhugi fyri havaling undir Føroyum

Áhugi fyri havaling undir Føroyum
Ein meting sigur, at íløgan í eina offshore-alistøð er ein milliard krónur fyri eina støð, sum kann ala 10.000 tons av laksi
Havaling kann verða ein stórur vakstrarmøguleiki hjá alivinnuni, sigur landsstýrið.
 
02.08.2021 - 10:36

Umhvørvis- og vinnumálaráðið og Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiða í løtuni við at finna besta egnaða økið til havaling eystan fyri Føroyar.

Áhugi er fyri at fara undir havaling, offshore-aling, sum verður mett sum stórur vakstrarmøguleiki fyri laksaaling.

Av tí at talan mest sannlíkt verður um øki, har fiskivinna er frammanundan, verður neyðugt at hoyra allar partar, sum verða ávirkaðir av alivirkseminum, verður sagt í løgmansrøðuni.

Bjóða øki út

Tá hoyringarnar eru lidnar, verður farið undir at bjóða eitt neyvt ásett øki út til havaling. 

Landsstýrið sigur, at tað er umráðandi, at øll loyvisviðurskifti eru greið, tí talan verður um stórar íløgur. 

Ein meting sigur, at íløgan í eina offshore-alistøð er ein milliard krónur fyri eina støð, sum kann ala 10.000 tons av laksi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369