- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týsklandi brynjar seg til fjórðu bylgju

Øll yvir 12 ár skulu vísa negativt kanningarúrslit við komu til landið, um tað er í bili, toki ella í flogfari. Hetta er tó ikki galdandi fyri fólk, sum eru liðugt koppsett ella hava havt korona.
Tú sleppur undan herdu reglunum, um tú einans skal ferðast ígjøgnum Týskland fyri at fara víðari til eitt annað land, siga týskir myndugleikar við útlendskar miðlar.
Hóast koronatølini í Týsklandi ikki eru høg, so hevur stjórnin í longri tíð ávarað um, at landið kann verða á veg inn í eina fjórðu smittubylgju, tá heystið nærkast.
Týskarar stríðast tí í løtuni við at fáa so nógv koppsett sum møguligt, áðrenn heystið kemur. Týskland er nakað aftan fyri Føroyar, tá ið umræður koppseting. Meðan 65% av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrra prikið, og 54% seinna prikið, eru tølini ávikavist 53 og 51% í Týsklandi.
Týskir heilsuserfrøðingar siga, sambært Ritzau, at núverandi koppsetingartølini ikki eru nóg mikið fyri at sleppa landinum undan einari fjórðu bylgju.