- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið kann nú útflýggja barnaváttanir
Politiið kann nú útflýggja barnaváttanir
Nýggja danska persónsupplýsingarlógin er sett í gildi fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fullsizeoutput_19d9.jpeg?itok=5ViTtMuo)
Politiið hevur nú heimild at útflýggja barnaváttanir. Og landsstýrið er í ferð við at gera eina lóg um barnaváttanir.
30.07.2021 - 10:47
Nú ber til at lata barnaváttanir í Føroyum.
Nýggja danska persónsupplýsingarlógin er sett í gildi fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum.
Tí hevur politiið nú heimild at útflýggja barnaváttanir.
Og landsstýrið er í ferð við at gera eina lóg um barnaváttanir.
Børn og ítróttur
Sambært henni verður barnaváttan kravd frá fólki, áðrenn tey sleppa at arbeiða við børnum og ungum.
Eisini í ítróttinum verður skipanin við barnaváttanum galdandi.
Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um fólk eru dømd fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV