- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindmyllufelag stovnað
Vindmyllufelag stovnað
Partafelagið, sum skal gera og reka vindmyllurnar í Flatnahaga í Suðurstreymi, er stovnað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-12-22-15h26m00s380.png?itok=kaI1SuCO)
Hetta eru myllurnar í Húsahaga. Flatnahagi er hinumegin, vestan fyri, Oyggjarvegin.
29.07.2021 - 11:23
Partafelagið, sum skal gera og reka vindmyllurnar í Flatnahaga í Suðurstreymi, er stovnað.
Tað eitur p/f Flatnahagi.
Sambært Skrásetingini stendur Niels Winther Poulsen, advokatur, sum stovnari.
Í nevndini eru Johnni Meinhard Poulsen í Miðvági, fíggjarstjóri í Magn, hann er formaður, Arnfinnur Gudjónsson, Óli Mortensen og Rói Sjúrðarson Kalsø, allir í Havn.
Stjóri er Finn Jakobsen, sum eisini er forstjóri í Magn.
Partapeningurin hjá nýggja felagnum er tvær milliónir krónur.
Endamál hjá felagnum er at gera íløgu í og reka vindmyllulund í Flatnahaga og annað virksemi í hesum sambandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV