Útveitingarpolitikkur á veg

Útveitingarpolitikkur á veg
Í nøkur ár hevur verið tosað um, at privat kunnu bjóða seg fram at gera tænastur, sum tað almenna ger nú
Onkur útveiting er longu nú. Millum annað er Mykinesleiðin útveitt.
 
29.07.2021 - 16:29

Í nøkur ár hevur verið tosað um, at privat kunnu bjóða seg fram at gera tænastur, sum tað almenna ger nú.

Nú er hetta tosið komið so langt, at landsstýrið fer at gera ein útveitingarpolitikk í hesari tingsetuni.

Í røðuni ella frágreiðingini, sum løgmaður gav løgtinginum í dag, stendur, at har tað er møguligt og skynsamt, skal privata vinnan kunna bjóða upp á almennar tænastur. 

Treytin er sjálvandi, at hetta fíggjarliga og tænastuliga er betri fyri brúkaran, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109