Innlagdur eftir harðskap við skaða í høvdinum

Innlagdur eftir harðskap við skaða í høvdinum
Boðað varð frá grovum harðskapi í tveimum førum
Nógv fólk var á ólavsøku í gjár og í nátt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.07.2021 - 10:40

Ein maður varð í nátt innlagdur eftir harðskap í miðbýnum í Havn.

Maðurin hevur fingið skaða í høvdið.

Politiið fekk fráboðan um tveir harðsskapstilburðir í nátt.

Í báðum førum er talan um grovan harðskap.

Í øðrum førinum skulu tveir menn hava lopið á ein. Í hinum førinum skal ein maður hava lopið á ein annan.

Yngri enn 18 ár

Tann eini álopsmaðurin er ungur, sigur politiið, hann er yngri enn 18 ár.

Politiið sigur seg vita, hvørjir lupu á, og tað verður kannað. 

Nógv full fólk vóru á ólavsøku, men samarittarnir hjá Reyða krossi gera eitt stórt og gott arbeiði har, og tað lættir nógv um hjá politinum, sigur politiið.

Ein maður var í klivanum á nýggju politistøðini í nátt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982