- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogvøllir missa milliardir ferðafólk og krónur
Flogvøllir missa milliardir ferðafólk og krónur
Flogvøllirnir mistu næstan seks milliardir ferðafólk í fjør. Og teir missa á leið líka nógv í ár, og nógvar hundrað milliardir krónur

Eins og aðrir flogvøllir, hevur flogvøllurin í Vágum mist bæði ferðafólk og krónur.
29.07.2021 - 12:10
Flogvøllirnir mistu næstan seks milliardir ferðafólk í fjør. Og teir missa á leið líka nógv í ár.
Tað sigur altjóða felagsskapurin Airports Council International.
Í 2019 vóru ferðafólkini 9,15 milliardir.
Væntað var, at ferðafólkini blivu 9,5 milliardir í fjør og 9,8 milliardir í ár.
Men har vóru bara 3,6 milliardir í fjør.
Nakað fleiri vera í ár, væntar ACI.
Inntøkurnar hjá flogvøllunum minka sjálvandi eisini nógv.
Tær skuldu vera 198 milliardir dollarar, 1000 milliardir og 250 milliónir krónur, í ár, men verða bara 90 milliardir dollarar, 570 milliardir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV