- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk í Evropa keypa aftur bilar

2020 var ikki eitt gott ár fyri bilverksmiðjurnar, men higartil í 2021 sær út til, at gongd er við at koma á evropeisku bilasøluna aftur. Enn er bilasølan tó ikki komin upp á somu tøl sum áðrenn koronu í 2019.
Sambært tølum hjá ACEA, sum umboðar bilframleiðarar, vórðu 6,5 milliónir bilar seldir í Evropa fyrra hálvár í ár. Í 2019 vórðu 8 milliónir bilar seldir.
Størsta vøksturin í ár hevur Hyundai Group, sum umframt Hyundai eisini selir Kia. Teirra framgongd fyrra hálvár í ár í mun til fyrra hálvár í fjør var 40,1 prosent. Toyota hevði eina framgongd upp á 37,1 prosent, og Stellantis, sum umboðar sløgini Peugeot, Citroen, Fiat, Opel og Alfa Romeo, hevði eina framgongd upp á 32,1 prosent.
Minstu framgongd av teimum stóru bilasløgunum hevði Renault Group, sum umboðar Renault, Dacia og Lada. Framgongdin hjá teimum var 7 prosent.
Volkswagen Group eigur framvegis nógv tann størsta marknaðarpartin á evropeiska bilamarknaðinum, 26,2 prosent. Teimum á baki koma Stellantis við 21,3 prosentum og Renault Group við 8,7 prosentum.