Allar landingar skulu loggast

Allar landingar skulu loggast
Allur fiskur, sum kemur í land í Føroyum, skal frá 1. august í eina innvigingarskipan, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur góðkent
Mynd: Savnsmynd  
 
20.07.2021 - 10:47

Fiskiveiðieftirlitið hevur sett nøkur nýggj krøv um innvigingarskipanir. Tey koma í gildi 1.august.

Allur fiskur, sum kemur í land í Føroyum, skal í eina innvigingarskipan, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur góðkent.

Fyri at kunna hava eitt nøktandi eftirlit við fiskinum, hevur Fiskiveiðieftirlitið mett tað vera neyðugt at áseta nøkur nýggj krøv.

 

Allar innvigingar skulu loggast

Fiskiveiðieftirlitið krevur, at innvigingarskipanin skal hava ein logg, so til ber at goyma upplýsingar um landingina í minsta lagi í eitt ár. 

Fiskiveiðieftirlitið skal ómakaleyst kunna fáa atgongd til hesar upplýsingar.

Vektin í innvigingarskipanini skal í minsta lagi kunna viga upp til 150 kg.

Og vektin skal altíð nýtast sama stað. 

 

Góðkenningar halda fram

Innvigingarskipanir, sum í dag eru góðkendar, kunnu halda fram uttan at lúka nýggju krøvini. 

Men tá góðkenningin skal endurnýggjast er neyðugt, at innvigingarskipanin lýkur nýggju treytirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369