27.000 tons av makreli lupu av í fjør

27.000 tons av makreli lupu av í fjør
Makrelkvotan hjá føroyingum blívur við at veksa, tí nú leggjast góð 27.000 tons, sum lupu av í fjør, afturat kvotuni
Mynd: Savnsmynd  
 
15.07.2021 - 07:30

Føroyingar kunnu fiska 171.346 tons av makreli í ár.

Kvotan í fjør var 95.788 tons, stív 14.000 tons størri enn Vørn av fyrstan tíð upplýsti.

Men 68.910 tons eru skrásett at vera fiskað, so avlopið er 26.878 tons. 

Og avlopið verður flutt til í ár.

Føroyska makrelkvotan í ár er 167.048 tons. Tá útlendingar hava fingið sítt, eru 144.468 eftir til føroyingar.

Og so skal avlopið frá í fjør leggjast afturat, so kvotan er 171.346 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369