- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri túsund endurgjaldskrøv til Ever Given

Herfyri varð semja gjørd um endurgjald til Egyptaland, og tí slapp skipið úr aftur Egyptalandi, eftir at myndugleikarnir løgdu hald á skipið, eftir hendingina í mars.
Og felagið fyrireikar seg til endurgjaldskrøv í túsundatali, sigur sakførarin hjá felagnum, Stewart Buckingham við Bloomberg.
Hann var í rættinum í gjár, fyri at fáa rættin at útseta fleiri sakarmál, tí nógv onnur eru á veg, og so kunnu tey viðgerast undir einum. Fyrstu sakarmálini eru útsett í tveir mánaðir.
Eitt japanskt felag eigur skipið, sum eitt felag á Taiwan hevur leigað.
Eigararnir føra seg undan ábyrgd
Eigararnir vilja vera við, at teir ikki hava ábyrgdina av, at skipið strandaði í Suezkanalini, tí ein maður hjá felagnum ið rekur Suezveitina, stýrdi skipinum, eftir at ein loðsur hevði stýrt skipinum at munnanum til veitina.
Myndugleikarnir í Egyptalandi kravdu av fyrstan tíð 7,8 milliardir kr. í endurgjaldi, men kravið varð seinni lækkað til 4,7 milliardir kr.
Hvat semjan snýr seg um, er ikki almannakunngjørt, skrivar Bloomberg.
HER VERÐUR EVER GIVEN LEYSLATIN AV MYNDUGLEIKUNUM Í EGYPTALANDI.