Gíslatikin sjófólk skulu hava rætt til sjúkrarøkt og hýru í 16 vikur

Gíslatikin sjófólk skulu hava rætt til sjúkrarøkt og hýru í 16 vikur
Sjófólk, ið verða tikin gísli undir sjóráni og vápnaðum ráni, fáa betri treytir
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
13.07.2021 - 09:33

Rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni verða nú nágreinað í lógini um starvsviðurskifti hjá sjófólki.

Lógin skal broytast, so hon svarar til ILO-sáttmálan, sum Føroyar eru við í.

Í hesum førinum er talan um MLC-sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki.

Nýggjar reglur komu í honum 26.desember í fjør.

 

Í minsta lagi 16 vikur

Tær eru um rættindi hjá sjófólki undir sjóráni og vápnaðum ráni. 

Ítøkiliga er millum annað talan um at nágreina reglurnar um sjúkrarøkt og sjúkrahýru, so tær eru galdandi í minsta lagi í 16 vikur í staðin fyri upp til 16 vikur.

Og ásetingin um siglingarbøkur skal broytast, so sjófólkið - og ikki skiparin sum nú - hevur siglingarbókina í varðveitslu.

 

Rætt til løn og aðrar samsýningar

Broytingin fer at gera, at sjófólk hava rætt til løn og aðrar samsýningar, um tey verða tikin sum gíslar. 

MLC-sáttmálin er bara galdandi fyri handilsskip.

Uppskotið um at broyta lógina er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 25.august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369