Vinnunevndi hevur kallað Vestergaard í samráð um makrelin

Vinnunevndi hevur kallað Vestergaard í samráð um makrelin
Fyrrapartin í morgin verður samráð við Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um at uppsjóvarskip taka makrel frá øðrum skipum
Mynd: Bárður Michaelsen  
 
12.07.2021 - 11:10

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur kallað Jacob Vestergaard, landsstýrismann, í samráð um makrelfiskiskapin í ár.

Samráðið verður fyrrapartin í morgin.

Talan er um, at uppsjóvarskip taka makrel frá øðrum skipum.

 

Ikki loyvt

Tað er ikki loyvt, men nú er undantak givið. Tað er tó bara galdandi í føroyskum sjógvi.

Skip hava kortini tikið makrel frá øðrum skipum í altjóða sjógvi.

Tað er ikki loyvt, men tað verður loyvt. Undantakið er á veg, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. 

Sektaruppskotið, sum Gøtunes fyri einum mánað síðani fekk fyri lata Finni Fríða makrel, varð ikki góðkent. Tað er sent fútanum.

Hetta var, áðrenn undantaksloyvi varð givið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369