- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór framgongd millum tey ungu í frælsum ítrótti
Ungu íðkararnir í frælsum ítrótti eru í sínum besta formi nakrantíð. Fleiri hava sett persónlig met, meðan Føroyaleikirnir hava verið.
Líkindini til at kappast eru frálík. Vindmegin í gjár snaraði um 0 m/S, sum er heldur óvanligt her hjá okkum.
Eisini í hesum kappingunum vóru tað fleiri íðkarar í vístu, at tey eru í sínum besta formi nakrantíð, tí fleiri persónlig- og ársmet vórðu sett.
Kappast var í renning á 800 metrum og í 110 metrar rimarenning, trýstøkki og kúlustoyti.
800m
Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Bragdinum vann 800 m kappingina hjá monnum við 2.03,11 min.
Vibeka Eihilt Sivertsen, Treysti, vann 800 m hjá kvinnum. Vibeka setti persónligt met við 2.24,33, og kláraði samstundis elitukravið. Tabita Havnnastein, Treysti, gjørdist nummar tvey við 3.10,97.
110 m rimarenning
Andreas Bjarnastein Antoft, Bragdið, vann við 17,49 sek.
Trýstøkk
Miso Buha úr Hvirluni vann kappingina hjá monnum við 13,66 m., frammanfyri Hørður Joensen við 9,81. Hørður umboðar eisini Hvirluna.
Hjá kvinnum vann Margit Weihe Frímundsdóttir, Bragdið, við 10,62 m., sum er ársbesta. Bára Jógvansdóttir úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við 10,28 m, somuleiðis ársbesta, og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar gjørdist nummar trý við 10,07 m, sum er persónligt met. Hon umboðar eisini Bragdið.
Kúlustoyt
Hallur Simonsen, Hvirlan, vann kappingina í kúlustoyt hjá monnum við 11,36m, sum er persónligt met. Tróndur Arge, Hvirlan, gjørdist nummar tvey við 10,17 m, sum eisini er persónligt met, og Hørður Joensen, Hvirlan, gjørdist nummar trý við 7,94 m.
Heili 8 kvinnur kastaðu kúlu í dag. Lydia Poula Simonsen, Hvirlan vann kappingina við 9,54 m, frammanfyri Elin Niclasen, Hvirlan, 8,66 m, og Lovisu Niclasen, Hvirlan, 8,16 m.