- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi hermenn úr Kolumbia myrdu forsetan í Haiti

17 fyrrverandi hermenn úr Kolumbia framdu morðið á forsetan í Haiti. Tað upplýsir politiið í Haiti, sambært BBC.
Tríggir av gerningsmonnunum eru deyðir í skotbardaga við politiið, meðan átta mans framvegis eru leysir, sigur politiið.
Í alt 26 fólk vera hildin at hava verið við troka seg inn í privata bústaðin hjá forsetanum í Haiti, Jovenel Moise, fyrr í vikuni og skutu hann til deyðis, meðan kona hansara eisini fekk álvarsamar løstir.
Hon er nú á sjúkrahúsið í Florida og fær viðgerð fyri løstirnar.
Ikki greitt hvør samskipaði
Tað er ikki greitt, hvør legði álopið til rættis, ella hvat motivið er fyri morðinum, skrivar BBC.
Fyribils forsætisráðharrin í Haiti, Claude Joseph, sigur tó við BBC, at forsetin møguliga var myrdur, tí hann setti seg upp ímóti oligarkum í Haiti.
Forsetamorðið hevur elvt til ruðuleika og ófrið á gøtunum í Haiti, skrivar BBC, tí tað er ikki greitt í løtuni hvør í roynd og veru hevur valdið í landinum.