Føroysk gull og bronsa í DM

Føroysk gull og bronsa í DM
Tórur Mortensen vann gull og Miso Buha bronsu, tá teir kappaðust um danmarksmeistaraheitið í trístøkki um vikuskiftið
Tórur Mortesen heldur á við góðu gongdini
Mynd: Dansk Atletik forbund  
 
27.06.2021 - 18:11

Tórur Mortensen, sum var stórfavorittur, livdi upp til vónirnar, tá hann tryggjaði sær gullheiðursmerki í DM í trístøkki um vikuskiftið.

Tórur Mortensen, sum umboðar Aarhus 1990, leyp 15.05m í síni triðju roynd; eitt lop í flokki fyri seg.

Miso Buha, sum býr í Keypmannahavn og umboðar Sparta, endaði á triðja plássi. Í síni fjórðu roynd leyp hann 13.78 m, og tað var nóg mikið til at fáa bronsuna um hálsin.

Báðir tveir hava fyrr umboðað Hvirluna.

Góð úrslit í EM í hálvum Ironman

Tveir føroyingar tóku lut í EM í hálvum ironman, sum var í Danmark fyrr í dag, og sigast má, at úrslitini vóru góð.

Andrass Joensen gjørdi ikki mætari enn at vinna sín aldursbólk (menn 55-59 ár), og Jóhan Petur Eliassen endaði nummar 11 í sínum bólki (menn 40-44 ár)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946