Linari fosturtøkulóg í Gibraltar

Linari fosturtøkulóg í Gibraltar
Ein meiriluti av fólkinum á Gibraltar hevur gjørt av, at stranga fosturtøkulógin, sum er galdandi í bretska hjálandinum, skal linkast
Mynd: Visit Gibraltar  
 
25.06.2021 - 07:55

Nú verður eitt sindur lættari at fáa fosturtøku í Gibraltar. Tað er úrslitið av fólkaatkvøðuni, sum var í bretskan hjálandinum í gjár.

62 prosent av fólkinum hava gjørt av, at fosturtøka skal vera loyvd, um mentala og fysiska heilsan hjá kvinnuni eru í vanda. Tað er m.a. galdandi fyri neyðtøku, incest og tá fostrið er illa fyri.

Eitt sindur meir enn 36 prosent av fólkinum atkvøddi ímóti uppskotinum. Fólkaatkvøðan var eitt ár seinni enn ætlað orsakað av koronasmittuni.

Umleið 32.000 fólk búgva í Gibraltar, sum er sygsti endi á Spania.

Gibraltar hevur annars eina av strangastu fosturtøkulóggávum í Evropa. Revsingin fyri brot á fosturtøkulóggávuna er fongsul í lívstíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151