- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur ongan áhuga at hitta Joe Biden

Nývaldi forsetin í Iran, Ebrahim Raisi, sigur, at hann fer ikki at samráðast um kjarnorkuætlanirnar hjá landinum, um avtalan ikki er til frama fyri iranska fólkið.
Hann sær heldur onga forðing fyri at bøta um sambandið við Saudiarabia, og forsetin hevur ongan áhuga at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden.
Ebrahim Raisi hevði í gjár fyrsta tíðindafund sín, eftir at hann varð valdur á forsetavalinum í síðstu viku.
Hann segði m.a., at eingin meining er at hava samrøður um kjarnorku við stórveldini bara fyri at hava samrøður.
Erkafíggindi
Nývaldi iranski forsetin segði á tíðindafundinum, at hann fer at bøta um viðurskiftini við Saudiarabia, sum er erkafíggindi hjá Iran í Miðeystri og sameindi hjá USA, og at hetta arbeiðið er byrjað.
Spurdur, um hann fer at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, svaraði hann nei.
Ebrahim Raisi verður lýstur sum sera konservativur, og hevur tætt tilknýti til Ali Khamenai ayhatollah, sum hevur hægsta vald í landinum.
Vesturheimurin skuldsetur hann fyri píning og fyri at hava avrættað politiskar fangar í 1980-unum.
Men á tíðindafundinum í gjár segði Raisi seg hava stóra virðing fyri mannarættindum.