Útróðurin í Grønlandi fær fíggjarliga hjálp

Útróðurin í Grønlandi fær fíggjarliga hjálp
Hjálparpakkin er níggju milliónir kr.
Toskaprísurin í Grønlandi er fallin, og nú fáa útróðrarbátar fíggjarligan stuðul frá landinum.
 
20.06.2021 - 15:36

Útróðrarmenninir í Grønlandi, sum fiska tosk, fáa nú eina hjálpandi hond.

Fíggjar- og skattanevndin í landstinginum hevur góðkent ein hjálparpakka upp á níggju milliónir kr., skriva grønlendskir miðlar.

Uppskotið kom úr landsstýrinum, sum saman við fíggjar- og skattanevndini hevur gjørt lógarpakkan.

Landsstýrið skeyt upp, at útróðrarmenninir skulu fáa ein serligan stuðul til avreiðingarprísin. Hann skal vera millum fimm og 25 prosent av avreiðingarprísinum í fjør.

- Útróðrarmaðurin kann i mesta lagi fáa eitt endurgjald, sum svarar til 20 prosent av prísinum, áðrenn avreiðingarprisurin lækkaði. Hjálparpakkin er galdandi frá 1. januar til nýggjárs, stóð í uppskotinum.

Í januar vísti grønlendska fiski- og veiðimannafelagið, KNAPK, á, at toskaprísurin er fallin, og tí hevur útróðrarvinnan tørv á fíggjarligari hjálp. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369