- Tíðindi, mentan og ítróttur
Palestinar fegnast um at Netanyahu er fallin

Palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh, sigur í dag, at ein ringur kapittul í ósemjuni millum Ísrael og Palestina endar, nú Benjamin Netanyahu fer frá sum forsætisráðharri, eftir at hava sitið við valdinum í 12 ár.
Í gjár góðkendi tjóðartingið, Knesset, stjórnina hjá Naftali Bennett.
Men Shtayyeh væntar kortini ikki, at stjórnin hjá Bennett fer at fáa frið í lag við palestinar.
- Vit halda ikki, at nýggja stjórnin er frægari enn undanfarna, og vit fordøma boðini frá ísraelska forsætisráðharranum, Naftali Bennett, sum stuðlar ísraelsku búsetingunum á hersetta vestara Áarbakka.
- Nýggja stjórnin hevur onga framtíð, um hon ikki tekur atlit at framtíðini hjá palestinska fólkinum og lógligu rættindum teirra, sigur palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh.