- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fá fólk í býnum í nátt
Fá fólk í býnum í nátt
Hóast skeinkistøðini høvdu opið, hættaðu fólk sær ikki í býin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/irish_pub_skeinikir_ol-2.jpg?itok=dHs1z2Op)
12.06.2021 - 09:48
Skeinkistøð í høvuðsstaðnum høvdu opið í nátt.
Men fá fólk vóru í býnum, sigur løgreglan.
Hósdagin mettu heilsufakligu myndugleikarnir tað ikki vera ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið.
Orsøkin var, at tað er ikki fult tamarhald á verandi smittukeldum.
Fleiri skeinkistøð, ikki øll, høvdu kortini opið.
Onkur lótu aftur á miðnátt, onnur um tvey-tíðina, meðan okkurt skeinkistað hevði opið til klokkan fýra í morgun.
Politiið sigur, at tað vóru sera fá fólk í býnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV