Vesturheimurin vardur, men smittan rakar fátæk

Vesturheimurin vardur, men smittan rakar fátæk
Stjórini í WHO sigur, at órættvísa býtið av koppingarevni hevur við sær, at heimurin verður býttur sundur
Tedros Adhanom Ghebreyesus er stjóri í heimsheilsustovninum, WHO
 
08.06.2021 - 14:47

Stjórin í heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, stúrir fyri tí, sum hann nevnir farsótt í tveimum sporum.

Vesturheimurin verður vardur, meðan smittan rakar hart í fátæka partinum av heiminum.

Sambært Tedros, er tað órættvísa býtið av koppingarevnum, sum er orsøkin til tvíbýtið.

- Háinntøkulondini hava tikið 44 prosent av øllum skamtum í heiminum, láginntøkulondini 0,4 prosent. Og tað ørkymlar meg nógv, at støðan ikki er broytt í fleiri mánaðir, sigur hann.

Gera koppingarevni í Afrika

Tedros segði eisini, at hann vónar, at menningin av koronukoppingarevni verður sett í verk í afrikanska meginlandinum, og at fortreytir eru fyri, at framleiðslan kann byrja seint í ár. Hann nevndi tó einki ávíst land.

Tíðindastovan, Reuters, hevur fyrr sagt, at Senegal kann fara undir framleiðslu av koronukoppingarevni næsta ár, og tað verður í samstarvi við belgiska felagið, Univercells.

Tedros heitti á m.a. framleiðararnar, Pfizer og Moderna, um at býta sína vitan við covid-19-bólkin fyri atgongd til tøkni hjá WHO.

Endamálið hjá bólkinum er at seta ferð á arbeiðið at geva týdningarmikla tøkni í stríðnum móti farsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482