Føroyskir svimjarar gjørdu bart í norðurlandakapping

Føroyskir svimjarar gjørdu bart í norðurlandakapping
Formaðurin í Svimjisambandi Føroya heldur, at hendan norðurlandakappingin telist millum tær bestu hjá Føroyum yvirhøvur
Isak Brisenfeldt svam seg til NM-gull og rakk málinum um at koma undir 2 minuttir í 200m firvaldi
Mynd: Gunnvá Thomsen  
 
04.12.2024 - 09:13

Seks heiðursmerki og fleiri føroysk met eru við í kuffertinum hjá føroysku svimjarunum, sum hava kappast í norðurlandakappingum í Vejle um vikuskiftið.

Millum tær bestu NM/NJM-stevnurnar fyri Føroyar yvirhøvur, skrivar formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu á svimjing.com.

Millum annað vann Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag NM-gull í 200 metra firvaldssvimjing og setti samstundis føroyskt met við at vera hin fyrst undir tveimum minuttum. Nýggja metið er 1:59.39.

Líggjas Joensen úr Ægi vann gull fyri juniorar í 400 metra frísvimjing við tíðini 3:50.73, og Bartal E. Eidesgaard (HS) gjørdist fyrsti føroyingurin, sum svam undir 50 sekund í 100 metur frí. Hjá Leu O. Højsted (Ægir) heldur framgongdin fram. Hon setti føroyskt met í bæði 100 og 200 metur bringu.

Sí úrslitini her:

Vit skulu heilt aftur til 2007 fyri at finna nakað, sum líkist hesari kappingini, skrivar formaðurin í SSF.

  - Tað sum minnir mest um, var NJM 2007, har Pál Joensen (1990, SuSvim) vann gull í 200, 400 og 1500 frí, og Kári J. á Høvdanum (1990, Ægir) silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg, skrivar svimjing.com

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736