- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA setir kinesiskar fyritøkur á svartalista
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sett fleiri kinesiskar fyritøkur á svartalista.
Frammanundan vóru 31 kinesiskar fyritøkur á listanum, sum fyrrverandi forsetin, Donald Trump, hevur gjørt, og á nýggja listanum standa nú 59 fyritøkur.
Svartalistin hjá Biden fevnir um kinesiskan hernaðarídnað og kinesiskar fyritøkur, sum selja eftirlitstøkni.
Biden vil forða amerikonskum íleggjarum at stuðla hernaðarídnaðinum í Kina, íroknað gransking og menning av fregnartænastuvirksemi og trygd, siga Hvítu Húsini.
Biden vil eisini tryggja, at amerikanskir íleggjarar ikki stuðla kinesiskum fyritøkum, sum selja eftirlitstøkni, sum verður brúkt móti frávíkjarum og átrúnaðarligum minnilutum í og uttan fyri Kina.
Fleiri av hesum fyritøkum, eitt nú Huawei og China Mobile, standa longu á svartalistanum hjá Donald Trump.
Kemur í gildi 2. august
Bannið kemur í gildi 2. august.
Myndugleikarnir í Kina hava funnist hvassliga at svartalistanum, og siga, at hann er politiskur.
Átakið hjá Biden kemur nú, útflutningurin hjá Kina av njósnaratøkni - eitt nú tøkni, sum kennir aftur andlit - er í støðugum vøkstri, skrivar New York Times.
Á næsta G-7-toppfundi í Bretlandi og síðani NATO-fundinum, har Biden eisini verður við, fer hann royna at sannføra síni sameindu í Evropa og lond, sum t.d. Japan og Suðurkorea, um eisini at seta bann fyri íløgum í Kina, skrivar New York Times.