Matvørurnar beindar burtur

Matvørurnar beindar burtur
Heilsufrøðiliga starvsstovan tók løggildingina frá Sjógæti 16. apríl
Sjógæti misti løggildingina 16. apríl eftir at Heilsufrøðiliga Starvstovan staðfesti, at virkið hevði framleitt vøru við Norðskála, hóast tað hevði fingið boð um at gevast við allari framleiðslu
 
04.06.2021 - 16:07

Matvørurnar, sum vóru á goymslu hjá Sjógæti, tá virkið misti løggildingina tann 16. apríl, eru burturbeindar. 

Tað váttar Heilsufrøðiliga Starvstovan fyri útvarpinum í dag. 

Sjógæti misti løggildingina 16. apríl eftir at Heilsufrøðiliga Starvstovan staðfesti, at virkið hevði framleitt vøru við Norðskála, hóast tað hevði fingið boð um at gevast við allari framleiðslu. 

Tó var óvist, hvat skuldi henda við vørunum, sum virkið hevði á goymslu, eftir at boð vórðu givin um, at eingin vøra mátti fara inn og eingin út frá virkinum eftir 16. apríl. 

Ymiskar matvørur 

Men maturin er nú burturbeindur.

Tað váttar Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvstovuni. 

Hvussu nógv talan er um, er óvist. 

Millum vørurnar, sum eru burturbeindar, eru heitroykt fløk av makreli og laksi, heilroyktur makrelur, kalvasalat, fiskafars, havskrubbuflak og hvítingaflak.

Virkið fekk tó loyvi at selja fesk og fryst raspað fløk, sum vóru framleidd, áðrenn virkið fekk forboð fyri at framleiða hesar vørur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369