- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland: Eingin deyður í eitt samdøgur
Bretland: Eingin deyður í eitt samdøgur
Talið av deyðum er minkað munandi seinastu mánaðirnar

Løtumynd frá Heathrow-floghavnini í London, tá landið var afturlatið í januar
Mynd: Savnsmynd (AP)
02.06.2021 - 06:57
Fyri fyrstu ferð síðani koronusmittan fór at herja, er eingin deyður av sjúkuni í Bretlandi í eitt samdøgur, skrivar bretska kringvarpið, BBC.
Bretland er millum londini, sum eru komin longst við at koppseta fólk fyri koronu, og trý av fýra fólkum í Bretlandi, yvir 18 ár, eru koppsett.
Av tí sama er talið av deyðum minkað munandi seinastu mánaðirnar. Higartil eru 127.782 fólk í Bretlandi deyð av koronu, síðani í mars í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV