- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland í hernað móti ólógligum tilflytarum

Átakið var í gjár og húsarannsóknir vórðu gjørdar í bústøðum í Berlin, Hamburg og landspørtunum Nordrhein-Westfalen, Sachsen-Anhalt og Sachsen.
Húsarannsóknir vórðu eisini í slovakiska høvuðsstaðnum, Bratislava, í sama málið. Kriminalløgreglan í Berlin upplýsir, at umleið 700 løgreglufólk vóru við til húsarannsóknirnar.
Rindaðu 100.000 - 150.000 krónur
Høvuðsillgruni er til tvey fólk, annað ein kvinna úr Vjetnam, sum varð tikin í Berlin í gjáramorgunin. Hin er handtikin í Bratislava.
Tey bæði skulu hava smuglað asyl-umsøkjarar úr Vjetman til Týskland gjøgnum íbúðir í Slovakia. Prísurin fyri at sleppa við á hesi leiðini skal vera millum 100.000 krónur upp í 150.000 krónur.
Fyri at rinda skuldina noyddust fleiri av smuglaðu fólkunum at arbeiða á negla-viðgerðarstovum, á bordellum og sum gleðisgentur á massasjustovum, skrivar NTB.