- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland lænir Hvítarusslandi 500 mió dollarar

Rusland lænir Hvítarusslandi 500 milliónir dollarar. Tað var úrslitið av einum fundi ímillum russiska forsetan, Vladimir Putin og hvítarussiska forsetan, Aleksandr Lukasjenko í Sotsji, um vikuskiftið.
Samstundis sum USA boðaði frá tiltøkum í móti Hvítarusslandi, boðaði Putin frá, at Hvítarussland fær eitt lán upp á 500 milliónir dollarar.
Hvítarussland er undir stórum trýsti, eftir at Lukasjenko fyri einari viku síðani gav boð um at noyða eitt flogfar hjá Ryanair, at lenda í Minsk. Flogfarið var á veg úr Athen til Vilnius í Litava. Umborð á flogfarinum var tíðindamaðurin og andstøðingurin, Roman Protasevitsj, sum varð tikin, saman við unnustuni, áðrenn flogfarið helt leiðina fram til Vilnius.
Ein kanning er sett í verk av hendingini, og USA og ES eru í felag farin undir at umrøða, hvørji tiltøk skulu setast í verk ímóti Hvítarusslandi. Talan er um tiltøk sum skulu raka Lukasjenko, forseta og tey, sum standa honum nær í hansara polittiska virksemi, skrivar NTB.
Lánið úr Russlandi er ein partur av einum kreppupakka upp á eina milliard dollarar, sum londini samdust um í desember. Lánið skal hjálpa Lukajenko at halda fast við valdið eftir valið í august í fjør, tá hann var valdur aftur til forseta.
Lukajenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðani í 1994, og síðani valið í fjør hava støðug mótmæli verið, tí fólkið sigur, at hann tryggjaði sær valúrslitið við sviki. Og fólk vilja hava hann at leggja frá sær.