- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóvlig valevni sleppa ikki at stilla upp í Iran
Hóvlig valevni sleppa ikki at stilla upp í Iran
Teirra millum eru verandi varaforsetin og fyrrverandi formaðurin í tjóðartinginum

30.05.2021 - 15:17
Eftirlitsráðið í Iran hevur noktað tveimum hóvligum valevnum at stilla upp til forsetavalið í juni, skrivar hálvalmenna tíðindastovan í Iran, Fars.
Hvørki fyrrverandi formaðurin í tjóðartinginum, Ali Larijani, ella núverandi varaforsetin í Iran, Esaq Jahangiri, fáa loyvi at stilla upp.
Báðir verða mettir at vera hóvligir.
Sambært tíðindastovuni, fær fyrrverandi forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, heldur ikki loyvi at stilla upp á forsetavalinum sum verður 18. juni.
Eftirlitsráðið, sum eisini virkar sum valnevnd í Iran, hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini, men roknað verður við, at almenni listin við valevnum, verður almannakunngjørdur í næstum.
12 konservativir limir eru í eftirlitsráðnum, og eftir grundlógini skal ráðið taka avgerð um, um valevnini eru egnað at stilla upp.
Roknað verður við, at mótmælir fara at taka seg upp, um hvørki Larijani ella Jahingiri, sleppa at stilla upp.
Og óhugsandi er ikki, at hóvligi vongurin í Iran fer at biðja fólk um ikki at fara á val.
Hóvligir iranar vilja hava gongdina undir verandi forsetanum, Hassan Rouhani, at halda fram, tí hann hevur framt stórar broytingar.
Rouhani hevur verið forseti í tvey skeið, og kann tí ikki stilla upp aftur, skrivar NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV