- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanska fíggjarlógin metstór

Ætlaninar hjá Joe Biden, forseta um íløgur í undistøðukervið, útbúgving og heilsu, hevur við sær, at hann hevur lagt eitt methøgt uppskot til fíggjarlóg fram.
Talan er um 6.000 milliardir dollarar. So stórur hevur vøksturin í amerikansku fíggjarlógini ikki verið síðani seinna heimsbardaga. Tað hevur við sær, at hallið á fíggjarlógini verður 1.300 milliardir dollarar, skrivar New York Times. Og sambært tí, sum blaðið hevur fingið innlit í, skal amerikanska fíggjarlógin vaksa upp í 8.200 milliardir dollarar til 2031.
Joe Biden hevur sett sær fyri at nútímansgera undirstøðukervið, samstundis sum heilsuverkið, skúlar og barnaansingin skulu mennast. Ætlanin skal at byrja við fíggjast við lántøku, men so líðandi skal skatturin hækka, so íløgurnar verða fíggjaðar umvegis skattin.
Metingar sum umsitingin hevur gjørt, vísa, at hallið fer at vaksa upp í 1.800 milliardir dollarar í 2022. Ætlanin hevur við sær, at skuldin hjá USA verður methøg, 117 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2031, men longu í 2024 verður skuldin tann mesta nakrantíð, hægri enn undir seinna heimsbardaga.