Samtyktu at broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv

Samtyktu at broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv
Málið verður nú sent Býarskipanarnevnd Landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin
11 atkvøður vóru fyri at býráðnum at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv, so Koks kann byggja har. Ein atkvøða var ímóti og ein var blonk
 
28.05.2021 - 08:25

Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv við Velbastað, so Koks kann sleppa at byggja har.

Eitt uppskot frá meirilutanum í Byggi- og býarskipanarnevndini varð samtykt.

11 býráðslimir atkvøddu fyri, Elsa Berg atkvøddi ímóti, og Annfinn Brekkstein atkvøddi blankt.

Treytin í uppskotinum er, at loyvi fæst frá avvarðandi myndugleikum. 

Og ein áseting um, at økið ikki skal hegnast inni, skal upp í serstøku byggisamtyktina.

Býarskipanarnevnd landsins ger tilmæli

Samtykta uppskotið um at broyta byggisamtyktina verður nú saman við mótmælum og viðmerkingum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Helga Abrahamsen. 

Hann tekur síðani avgerðina um serstøku byggisamtyktina.

Fimm mótmæli og viðmerkingar komu um ætlanina at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878