- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogforboð ger tað truplari at flýggja
Flogforboð ger tað truplari at flýggja
Hvítarussiski andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaja, ávarar um, at flogforboð ger tað torførari hjá andstøðingum at flýggja úr Hvítarusslandi

Svetlana Tikhanovskaja, ið stillaði upp til forsetavalið, tosar við fjølmiðlar eftir ein fund við Andrei Ravkov, hernaðarleiðara, í fjør summar
Mynd: AP (savnsmynd)
27.05.2021 - 07:25
Tikhanovskaja er í litavska høvuðstaðnum, Vilnius, og hon sigur seg taka undir við avgerðini hjá ES, sum hevur sett flogførum úr Hvítarusslandi forboð fyri at flúgva í loftrúminum hjá ES-londunum.
Men hon ger samstundis vart við avleiðingarnar av avgerðini, skrivar tíðindastovan Ritzau.
– Fólk í Hvítarusslandi hava ikki longur møguleikar at flýggja úr landinum, um tey ynskja at sleppa undan jagstran í heimlandinum.
– Vit arbeiða við eini neyðætlan, sum skal gera tað møguligt hjá fólki, sum verða jagstrað, at sleppa úr Hvítarusslandi, sigur Svetlana Tikhanovskaja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV