- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden krevur at vita, hvaðani virusið stavar
Biden krevur at vita, hvaðani virusið stavar
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur givið amerikansku fregnartænastuni 90 dagar

27.05.2021 - 07:02
Tað eru ymsar meiningar um tað í amerikansku fregnartænastuumhvørvinum, sigur forsetin, sum nú vil hava endaliga greiðu á, hvaðani virusið stavar.
– Eg hevi givið fregnartænastuni boð um at tvífalda orkuna til at fáa greiðu á viðurskiftunum, og tað skal henda í seinasta lagi um tríggjar mánaðir, sigur forsetin sambært Reuters.
Sambært eini frágreiðing, sum republikanararnir í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum almannakunngjørdu fyrr í mánaðinum, so stavar koronuvirusið frá Wuhan Institute of Virology, har ætlan var at menna eitt biologiskt vápn, og at myndigleikarnir í Beijing, royndu at forða fyri at lekin kom fram, skrivar Reuters.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV