- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etiopia: Álvarsligur vandi fyri hungursneyð
Etiopia: Álvarsligur vandi fyri hungursneyð
Tað skal berast skjótt at, um sleppast skal undan hungursneyð í krígsherjaða landspartinum, Tigray, í Etiopia, upplýsir ST

26.05.2021 - 07:13
– Álvarsligur vandi er fyri hungursneyð, um hjálpin ikki økist næstu tveir mánaðirnar, sigur neyðhjálparsamskiparin, Mark Lowcock, í einum boðum til trygdarráðið hjá ST.
Fyri meir enn seks mánaðum síðani, gjørdi etiopiski forsætisráðharrin, Abiy Ahmed, av at senda herin til landspartin, fyri at berja ófrið niður. Herurin skuldi bera skjótt at, men har eru framvegis bardagar, sigur ST.
– Sum støðan er nú, er vandi fyri, at ein fimtapartur av fólkinum í landspartinum ikki fara at fáa nóg mikið at eta, sum støðan er, eru boðini frá neyðhjálparsamskiparanum hjá ST.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV