Blinken roynir at styrkja vápnahvíldina

Blinken roynir at styrkja vápnahvíldina
Amerikanski uttanríkisráðharrin er á rundferð í Miðeystri
Á ferð síni hevur amerikanski forsetin, Antony Blinken, m.a. hitt Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra
 
25.05.2021 - 14:25

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til Ísraels í eini roynd at styrkja vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas, sum heldur til í Gaza.

Blinken fer at hitta bæði ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og palestinska forsetan, Mahmoud Abbas.

Amerikanski uttanríkisráðharrin fer tó ikki at hitta umboð fyri Hamas, sum er listanum yvir yvirgangsbólkar, bæði í ES-londum og USA.

Hetta er fyrstu ferð, at ein amerikanskur ráðharri er í Ísrael, síðani Joe Biden tók við sum forseti í januar.

Styrkja vápnahvíldina

Blinken hevur sagt, at hann strembar eftir at tryggja vápnahvíldina, sum hann málber seg.

Á ferð síni í Miðeystri fer amerikanski uttanríkisráðharrin eisini at hitta egyptiska forsetan, al-Sisi, og jordanska kongin, Abdullah.

USA vil hava eina loysn, har Ísrael og palestinarar fáa hvør sítt land. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151