- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrstu danskararnir koppsettir við Johnson&Johnson

Í dag verða tey fyrstu fólkini í Danmark koppsett við koppingarevninum hjá heilivágsframleiðaranum, Johnson&Johnson.
Myndugleikarnir hava sagt nei til koppingarevnið, men nógv fólk vilja sjálvboðin hava eitt prik við koppingarevninum.
Fólkini kunnu í dag verða koppsett sum partur av einari skipan, sum myndugleikarnir góvu grønt ljós til í farnu viku.
Koppsetingin er sjálvboðin
Sostatt kunnu sjálvboðin fólk í Danmark verða koppsett skjótari enn tey annars vórðu í koppsetingarætlanini hjá landinum.
Hóast koppingarevnið hjá Johnson&Johnson varð kveistrað burtur tí fólk kundu fáa sjáldsamar, álvarsligar fylgisjúkur, hevur hetta ikki minkað um áhugan.
Tað fortelur Jonas Nielsen, stjóri hjá Practio, sum hevur ábyrgdina fyri at koppseta fólk við koppingarevninum hjá Johnson&Johnson, við TV2.
Fimti hvør danskari liðugt koppsettur
– 13.000 fólk standa á listanum til eina undansamrøðu áðrenn tey kunnu koppsetast, sigur hann við donsku sjónvarpsstøðina, TV2.
Sambært nýggjastu tølunum hava 31,2 prosent av fólkunum í Danmark fingið fyrra prikið og næstan 20 prosent eru liðugt koppsett.
Her heima hjá okkum eru tey tølini ávikavist 36,1 prosent og 15,9 prosent, vísir nýggjasta yvirlitið hjá landsstýrinum á heimasíðuni, corona.fo, har tølini síggjast.