Føroyskur nethandil tikið dik á seg

Føroyskur nethandil tikið dik á seg
Nethandlar í Føroyum selja meira enn teir gjørdu undan koronu, sigur Handilsvinnufelagið
 
23.05.2021 - 16:09

Føroyingar keypa meira á netinum enn teir gjørdu undan koronu. Tað sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum.

Vit hava eingi ítøkilig tøl, men teir føroysku nethandlarnir hava selt meira hetta seinasta árið enn undan koronu, sigur forkvinnan í Handilsvinnufelagnum.

Fleiri nýggir føroyskir handlar eru eisini komnir á netinum hetta seinasta árið. Eitt nú nethandlar, sum fyri tað nógva selja konufólkaklæði, sigur felagið.

Kanning liðug í heyst

Tað eru ikki bara føroysku nethandlarnir, sum nú selja meira til føroyingar. Útlendskir nethandlar selja eisini meira til Føroya, hevur Handilsvinnufelagið varhuga av.

Felagið fer tí í næstum at kanna søluna hjá teimum føroysku nethandlunum nærri, so felagið fær eina neyvari mynd av framgongdini síðani korona tók seg upp.

Tann kanningin hjá Handilsvinnufelagnum verður væntandi ikki liðug fyrr enn í heyst, sigur forkvinnan í felagnum við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369